Bátar
Árnafjarðar róðrarfelag eigur 3 bátar, tvey átta-mannafør, og eitt fimm-manafar.
Annar er bygdur í 1965 av Niclas í Koltri, og hevur vunnið nógv steyp, millum annað FM steyp til ognar fyri at hava vunnið FM heitið 3 ár á rað, 1966, 1967 og 1968.
"Gamli Árnfirðingur 1965"
Hin báturin er bygdur í 2007 av Sámali Hansen, og var hann navn givin 12 mai 2008 av Torleif D. Justinussen, sum var tann sum róði flestu róðrar í tí gamla Árnfirðingi, sum róði í 60 inum, og hetta nýggja 8 mf. luttók í 2007, og gjørdist nummar trý í Føroya meistaraskapinum.
"Nýggji Árnfirðingur 2007"
Fimm mannafarið er lati felagnum 2008, og fer felagið í 2008 á fyrsta sinnið at royna seg við 5mf. róðrinum.
Báturin fekk navn leygardagið 19 apríl, og var tað Lilly Hansen sum gav 5 mf. navn "Katla".
Vit høvdu eina navnakapping, og komu áleið 80 uppskot inn, og trý uppskot um navnið "Katla", tað var
ein samd navnanevnd sum valdi navnið "Katla" eftir gamla Tingstaðnum omanfyri Árnafjørð.
Tey sum høvdu uppskot um navnið "Katla" vóru.
- Miriam Asham Olsen, Árnafjørður
- Thurid í Buð, Árnafjørður
- Julius Steffensen, Kollafjørður
"Katla 2008"