fjal









Árnfirðingur er flotaður til kappróðrarári 2010

 

Árnfirðingur bleiv flotaður í gjár dýrabiðidag. Fitt av fólki var komi saman í neystinum hjá ÁRF til hesa góðu løtu. Byrja var við morgunmati og síðan bleiv flotað.

Vit hittu ein av manningini, bátsformannin Julius Steffensen, sum hevur tikið stig til at manna Árnfirðing í 2010.

Julius er kent andlit í ÁRF, tí hann var ein av stigtakarinum til at byrja kappróður í Árnafirði afturi í 2005 og er tann einasti rógvarin, sum hevur verið við øll árini fram til í dag.

Julius sigur soleiðis frá. Ja, nú eru 5 ár liðin síðani vit byrjaðu aftur av nýggjum við kappróðri í Árnafirði. Eg kann minnast at tað var ein rímuliga hørð byrjan hjá okkum tá.


Julius Steffensen í práti við Hendrik Askham Olsen 

Tí vit byrjaðu við tí gamla Árnfirðinginum frá 1965, og sjálvt um eg hevði havt frí frá kappróðri í nøkur ár tá, var eg tann einasti av manningini í hevði róð kapp fyrr.

Hóast vit róðu ímóti nýggjum bátum og royndum manningum, gekk tað frægari og frægari út á summari, og vit vóru so ongantíð aftast.

Hetta gav okkum mót til at fáa okkum nýggjan bát frá Sámal Hansen. Og sigast má at nógv er broytt síðan 2005, tí í dag standa tveir nýggjir bátar í tí snotuliga nýggja neystinum, vit fingu bygt í 2006.

Nýggji Árnfirðingur kom í 2007 og Katla í 2008. Úrslitini hava sum heild verið góð við nógvum medaljum, men tó er einki steyp komi í hús enn. Hetta vóna vit at kunna broyta í ár, sigur Julius við einum smíli.

Tá prátið fellur inná kappróðrarári 2010, sigur Julius at teir hava góðar vónir. Vit eru fimm sum halda fram frá í fjør, og so hava vit fingið tríggjar royndar mans avtrat okkum. Vit hava allir trena saman síðan mars, áðrenn tað trenaðu vit hvør sær.


Árnfirðingur 2007

Tá vit fara at tosa um FM, sigur Julius at tað er vónleyst at spáa um nú, tí sum hann hevur hoyrt, verða nógv 8 mannfør við í ár, og harvið óivað hørð kapping. Men eitt er vist sigur Julius, og tað er at Árnfirðingur fer at gera alt fyri at fáa fyrsta steypi í hús í ár.

Av tí at allir sum manna Árnfirðingin í 2010 búgva í miðstaðarøkinum, er avgjørt at Árnfirðingur kemur at halda til í Kollafirði í ár. Hetta er ein góð loysn sigur Julius, tí hóast vit ikki venja í Árnafirði, er tað eingin ivi um at vit rógva fyri ÁRF og Árnafjørð.

Til síðst sigur Julius at tað altíð hevur verið honum ein sonn frøði at róð kapp í Árnafirði, og vil takka bygdafólkinum, tí tað altíð stendur so ómetaliga væl saman um ÁRF og Árnfirðingin. Hygg bara í dag hvussu nógv fólk møtir upp tá vit flota bátin, og vónar eisini at árnfirðingar standa stinnir um Árnfirðingin í summar.


www.arf.fo

 

 

 





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk


Ársaðalfundur ÁRF neystinum. !

Verður 28.04.2011 kl. 20

Skrá samb.lógum felagsins

Nevndin

Árnafjarðar Róðrarfelag

Í Urðini 17 | 727 Árnafjørður

V-tal: 54 50 90

Telefon 45 95 95 ella 75 75 75

arf@arf.fo


Grannskoðari hjá felagnum:

Búðskaparstovan Sp/f

Reg. Revisor

Business-line

FO-700 Klaksvík


www.business-line.fo

 


Peningastovnur:

 

Norðoya Sparikassi

(9865) 102.857.4