
FSR Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
Dagfest á Tvøroyri hin 16. juni 2011
Til kappróðrarfólkini !
Hjartaliga vælkomin til kappróðurin á Jóansøku 2011, ið verður leygardagin
25. juni á Trongisvágsfirði.
Bátarnir skulu standa:
Bátarnir skulu setast millum Flakavirki (F) og Landingarmiðstøðina (L), har bátadrotturin (B) eisini er. Skiltir eru uppsett og vegleiðing á staðnum. Mælt verður at hava bátasledu/bátaskateboard við, tí 100 m er frá Smyrli til bátastaðið har bátar, sum standa longst vekk.
Latbilar:
Mælt verður frá at taka lastbilar við Smyrli. Kemur onkur tó við lastbili, skulu teir stillast norðanfyri Flakavirki (F) yvirav R.B.Thomsen. Bilar sleppa ikki inn á økið har bátar standa.
Bátadrátturin:
Bátadrátturin er við endan av keiini og har verða bátanumrini (N)útflýggjaði.
Matur:
Matur verður at fáa í kantinuni í skúlanum (S) nakað omanfyri keiina frá kl. 12-17. Eisini verður høvi at keypa sær okkurt at eta á keiini.
WC:
Møguleiki er at fara á wc ískúlanum (S), flakavirkinum (F) og hjá Tvør. Havn (H).
Róðurin og manningarskift:
FM róðurin byrjar kl 15.00 stundisliga. Manningarnar skifta somuleiðis við bátadráttin (B).
Barnaróður:
Barnaróðurin byrjar kl 13.00 stundisliga. Beint eftir barnaróðurin rógva oldgirls og oldboys.
Old-boys/girls róður:
Er áhugið, verður skipað fyri old-girls- og old-boys róðri, har aldurin verður 35 ár og eldri.
Boðast skal frá hjá FSR v/ Niels Jacobsen seinast týskvøldið 21. juni kl 21.00.Tlf sí niðanfyri.
















