Neystið
Árnafjarðar róðrarfelag eigur nýtt neyst ið er bygt í 2006.
í neystinum eru góðar umstøður hjá rógvarum og øðrum áhugaðum.
Neystið er 15 X 12 metrar til støddar í tveimum hæddum.
Niðara hæddin:
Venjingarhøli við níggjari og góðari útgerð s.s. vektbonkum, rógvimaskinum o.ø. neyst til bátarnar, tvey skiftingar og brúsurúm, tvey wc, og goymslurúm.
Ovara hæddin:
Felagshøli til uml. 150 fólk, við flatskíggja, uppvørpu, teldu v.m. wc, køki við øllum hentleikum og grovkøki.
Neystið kann útleigast til ymisk endamál.
set teg í samband við formannin á telefon 45 95 95 ella 75 75 75.