Ósemjan um 6.mf. róðurin er ikki avgreitt enn


klokkan 13:20

Ósemjan ímillum seks mannaførini og RSF stendur við.

Ígjárkvøldið hevur Róðrarfelagið í Miðvági sent eina klagu

til dómstólin hjá ÍSF, sum er komin til hesa niðurstøðu.:

Ítróttadómstólurin var settur 28. juli 2010 kl 8. 30. Møtt vóru Poul Hansen, Eyðhild Skaalum og Børge B. Hansen.

Dómstólurin er samdur við RSF og dómsnevndini at soleiðis sum grein 3 í lógum RSF’s og reglunum fyri føroyameistaraheitið eru praktiseraðar gjøgnum árini hevur Páll Fangi brotið nevndu reglar.

Nýtslan av gulum og reyðum kortum er tilætlað dómarunum at nýta í sambandi við sjálvan kappróðurin, og kann tí ikki brúkast umsitingarliga aftaná at róðurin er liðugur.

Tá RSF hevur dømt eina sekt sum tað ikki hevur heimild til at døma, samstundis sum tað er greitt at Páll Fangi í minst tveimum førum hevur brotið grein 3 í lógunum og reglunum fyri føroyameistaraheitið verður málið sent aftur til RSF til nýggja viðgerð og støðutakan hvørjar fylgir slíkt brot skal hava fyri Páll Fanga.

Í nýggju viðgerðini hjá RSF skal innganga at um RSF hevði verið vart við broytingina í bátinum áðrenn ein róður vildi báturin ikki fingið loyvið at starta.

Vit hava tosa við umboð fyri 6.mannaførini, og teir halda fast við teirra niðurstøðu,
og tað er, um Páll Fangi ikki verður revsaður fyri tær tríggjar nógv umtalaðu
lista-stevnurnar, so rógva hesi 6.mannafør ikki á Ólavsøku.

Nú nokta so fimm 6-mannafør fyri at rógva. Tey eru Smyril, Riddarin, Tvørábáturin, Hósvíkingur og Herningur.
Og hesi 6.mannafør fara so væntandi at rógva:
Tey eru Skúgvur, Strálan, Jarnbardur, Húsfrúgvin, Sølmundur, Páll Fangi og Lómur.

Og so er óvist hvørja lagnu Páll Fangi fær frá RSF, sum situr í skrivandi stund og viðgerð
kæruna frá Miðvágs Róðrarfelag.

Og til endans, so kunna vit spyrja okkum sjálvið, hví er tað so ofta
so nógv óróð um Føroyskan Kappróður ???

Góða Ólavsøku :)

ÁRF




«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S
Komandi tiltøk

Ársaðalfundur ÁRF neystinum. !

Verður 28.04.2011 kl. 20

Skrá samb.lógum felagsins

Nevndin

Árnafjarðar Róðrarfelag

Í Urðini 17 | 727 Árnafjørður

V-tal: 54 50 90

Telefon 45 95 95 ella 75 75 75

arf@arf.fo


Grannskoðari hjá felagnum:

Búðskaparstovan Sp/f

Reg. Revisor

Business-line

FO-700 Klaksvík


www.business-line.fo

 


Peningastovnur:

 

Norðoya Sparikassi

(9865) 102.857.4