ÁRF ársins
Róðrarfelag 2007

 










Ársaðalfundur felagsins:
Verður í hølum felagsins.
Tann 20.10.2022 kl. 19:00
Skrá samb.lógum felagsins.
Nevndin


Grannskoðari hjá ÁRF:
Búðskaparstovan Sp/f
FO-700 Klaksvík
www.bl.fo

 

Árnafjarðar Róðrarfelag bleiv endurstovnað 06. apríl 2005

Eftir at 8 mf. Árnfirðingur vann trý FM, í 60 unum, hevur stórur stoltleikið verið í bygdini av hesum stóra bragdi.

Unglingarnir hava hoyrt søguna hjá felagnum, og eru vit øll errin av hesum felag,sum er tað fyrsta felagið sum eigur trý FM á rað hjá 8 mannaførunum.

 

Á sumri 2004 kom rættuligur kappróðrarfebur í bygdina, og komst hetta av at Sundabáturin, hjá Kappróðrarfelagnum NHR, norði í Sundi, stóð seg best í 6 mf. við monnum, og vann harvið sítt fyrtsa FM, við 6 mf.

 

Tann 6. august 2004, bleiv Árnfirðingur, tikin oman úr Minuhúsinum, har hann hevur staði teir flestu vetrarnir, síðan báturin varð bygdur, og byrja bleiv beinanvegin at pussa bátin.

Ætlanin var at Bygdarfelagið í bygdini, skuldi hava eina róðrardeild undir sær, og var tað tí Bygdarfelagið sum keypti pussimaskinur o.l. fyri at fáa bátin settan í stand.

Men eftir góðum ráðum, frá ÍSF, valdu vit at hava feløgini hvør sær, tí bleiv ÁRF, endurstovnað í 2005.

 

ÁRF (Àrnafjarðar Róðrarfelag) og NHR (Norðdepils-Hvannasunds-Róðrarfelag), hava líka síðan í 60 unum, havt eitt avbera gott samstarv. Tá feløgini bæði blivu stovnað, vóru ongir tunlar komnir her norði, og tískil mátti Kappróðrarbátarnir, fara til stevnur annahvørt við ferðamannabátinum sum tá sigldi ímillum bygdirnar her norði, ella leigaðu feløgini bæði bát at føra bátar og fólk til stevnurnar.

 

 






«2023»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Komandi tiltøk


NETbingo

www.bingo.fo

Trýst her!