Róðrarárið 2005 var eitt royndarár hjá ÁRF, við tí gamla 8 mannafarinum hjá Árnafjarðar Róðrarfelag. !
Tann 12 juli róði Árnfirðingur og Sundabáturin kapp norði í Sundinum.
Og úrslitið gjørdist at Árnfirðingurin vann.
Tann 25 juli róðu Árnfirðingurin ímót oldboys Norðingi(sum vann allar róðrar í oldboys 2005 sannfrandi).
Róð bleiv norði í Sundinum, og úrslitið gjørdist at Árnfirðingurin vann.
Tann 18 august róðu 8 mf. førini á Sjómannadegnum, Árnfirðingurin og Nevið Reyða, Nevið gjørdist Føroyameistari 2005, Nevið Reyða vann allar sínar róðrar sannførandi í 8 mf.
Á sjálvum Sjómannadegnum, vann tó Árnfirðingurin hendan kappróður á Klaksvíksvág.
Viðmerkjast skal tó at Nevið var ikki fullmanna, við tí fólkinum sum róði FM 2005, men tað var Árnfirðingurin heldur ikki fullmannaður til hesa stevnu.
Munurin á bátinum er eisini tann, at Nevið Reyða er bygt í 2001, og Árnfirðingurin er bygdur í 1965.